VEKS: Stjórasetan dregur út

VEKS: Stjórasetan dregur út
Nýggi stjórin skuldi byrja 1. september
VEKS samstarvið fevnir um Vestmanna, Kvívíkar, Sunda og Eiðis kommunu.
 
23.09.2023 - 10:43

Tað tekur sína tíð at seta nýggjan stjóra í VEKS, sum er kommunala eldrasamstarvið millum Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunu.

Heimatænastan í VEKS hevur síðan juni í ár søkt eftir nýggjum stjóra, sum skuldi byrja í starvinum tann 1. septembur, men enn er eingin stjóri settur.

Longd freist
Jógvan Kruse, stýrisformaður í VEKS, sigur við Kringvarpið, at ov fáar umsóknir vóru, og tí varð gjørt av at leingja umsóknarfreistina. Tilsamans komu 12 umsóknir.

Setanarsamrøður vóru fyri tveimum ella trimum vikum síðani, og Jógvan Kruse sigur, at í løtuni er setanartilgongd farin í gongd saman við einum av umsøkjarunum.

Spurdur, hví tað hevur tikið so langa tíð at finna ein nýggjan stjóra til VEKS, svarar stýrisformaðurin, at hann ikki hevur fleiri viðmerkingar til málið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375