Bagge givin í NSÍ

Bagge givin í NSÍ
Hóast besta mansliðið hjá NSÍ hevur tryggjað sær uppflyting til bestu deildina, so flytur venjarin Sámal Erik "Bagge" Hentze ikki upp við liðnum. Bagge er givin í NSÍ
Sámal Erik "Bagge" Hentze er givin sum venjari í NSÍ júst sum uppflytingin til bestu deildina var tryggjað
Mynd: NSÍ á Facebook  
 
27.09.2023 - 19:45

Tá NSÍ í fjør rættiliga óvæntað flutti niður í næstbestu fótbóltsdeildina eftir 25 ár í bestu deildini uttan íhald, so var tað við Sámal Erik Hentze sum venjara. 

Bagge, sum Sámal Erik Hentze verður róptur, flutti niður við NSÍ niður í 1. deild og hevur í ár leitt liðið til uppflyting til bestu deildina aftur. 

Men Bagge flytur ikki uppaftur í bestu deildina við NSÍ.

 

Bagge fekk ikki longt sáttmálan

Sáttmálin millum NSÍ og Bagga stóð til at ganga út eftir hetta kappingarárið, men NSÍ skrivar á heimasíðuni í kvøld, at felagið og Bagge longu nú eru vorðin samd um, at Bagge ikki verður venjarin hjá NSÍ næsta kappingár. 

"Sum avleiðing av hesum, nú uppflytingin longu er tryggjað, eru partarnir eisini samdir um, at Sámal Erik ikki stendur á odda fyri NSÍ seinastu fýra dystirnar í ár," skrivar NSÍ. 

 

Christian Høgni Jacobsen tekur yvir

Tað verður hinvegin fyrrverandi NSÍ- og landsliðsáleyparin Christian Høgni Jacobsen, sum fer at hava ábyrgdina av besta mansliðnum restina av kappingarárinum.

NSÍ nýtir eisini høvið at Bagga fyri hansara góða arbeiði fyri NSÍ.

"Uppgávan er loyst til fulnar, nú uppflytingin longu varð tryggjað, tá fimm dystir vóru eftir at spæla."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672