- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minni av norðhavssild

Tað sæst aftur í tilmælinum hjá ICES um heildarkvotuna næsta ár, at stovnurin av norðhavsild ikki hevur verið so lítil síðan 1988. ICES mælir til, at kvotan skal minka við 24 prosentum niður í stív 390.000 tons.
Seta Føroyar sær aftur næsta ár eina kvotu á stív 22 prosent, verður føroyska kvotan sløk 86.000 tons, sum eru 26.700 tons minni enn í ár.
Fiskifrøðingarnir halda, at tvær orsøkir eru til, at sildastovnurin er í stórari minking. Lutvíst hevur tilgongdin til stovnin ikki verið góð síðan 2016, og lutvíst hava strandalondini tilsamans sett sær munandi hægri kvotur, enn ICES hevur mælt til. Síðan 2013 hevur ongin avtala verið millum strandalondini um býtið av norðhavssildini, og seinastu árini hava londini sett sær kvotur, sum tilsamans eru umleið 40 prosent hægri, enn ICES hevur mælt til.
ICES mælir til, at heildarkvotan av makreli skal lækka við 5 prosentum næsta ár, niður í stív 739.000 tons. Seta Føroyar sær aftur eina kvotu á 19,6 prosent av ICES tilmælinum, verður føroyska kvotan sløk 145.000 tons, sum eru 8.400 tons minni enn í ár.
Hinvegin er svartkjaftastovnurin sera væl fyri. ICES mælir til, at heildarkvotan av svartkjafti skal hækka við 12,5 prosentum. Seta Føroyar sær aftur í næsta ár eina kvotu á stív 35 prosent, verður føroyska kvotan stív 543.000 tons, sum eru 60.300 tons meira enn í ár, skrivar heimasíðan hjá Felagnum Nótaskip.


























