- Tíðindi, mentan og ítróttur
Smágrót datt undan loftinum í Vágatunlinum
Smágrót datt undan loftinum í Vágatunlinum
Um 19.00-tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at okkurt grót var dottið undan loftinum í Vágatunnlinum

07.10.2023 - 13:26
Bilførarin, sum boðaði frá, koyrdi ígjøgnum tunnilin og varð knappliga noyddur at snara undan, tí grót datt undan loftinum.
Talan var um 3-4 steinar, sum vóru á stødd við ein neva.
Vágatunnilin varð tí stongdur alt fyri eitt.
Hálvan tíma seinni hevði Landsverk verið í tunnlinum og ruddað grótið. Enn veit løgreglan ikki meira at siga um, júst hvat tað var, sum hendi, ella hví grót datt undan loftinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























