- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dagføring: støðan í Ísrael

Í minsta lagi 100 ísraelar hava latið lív, og 985 eru løstað, boða ísraelskir myndugleikar frá.
Fólk fáa framvegis læknahjálp, og fleiri eru send á sjúkrahús til kanningar.
198 palestinar hava latið lív í ísraelskum mótálopum, og næstan 1.000 fólk eru løstað, sambært palestinensiskum myndugleikum.
Ísrael hevur fyrr í dag boðað frá, at tey vóru farin at leypa á mál í Gazageiranum sum svar upp á víðfatandi skotríðirnar, sum vóru partur av óvæntaða álopinum frá harðendum palestinum. Álopið fevndi bæði um rakettir, álop á landi og sjóvegis.
Tað veit bretska kringvarpið at siga.
Fleiri lond hava fordømt álopið, sum er framt av harðrenda Hamas-bólkinum í Gaza.
Teirra millum USA, sambært trygdartalsfólkinum, Adrienne Watson. Hon sigur, at trygdarráðgevin, Jake Sullivan, hevur tosað við trygdarráðgevan í Ísrael, Tzachi Hanegbi, og at USA framhaldandi er í tøttum sambandi við ísraelsku felagarnar.
Eisini eru søgur um, at Hamas-limir hava tikið tíggjutals gíslar. Talan er bæði um sivilfólk og um hernaðarfólk í ísraelska herinum.
Bardagarnir halda fram
Varaleiðarin í Hamas-bólkinum, Saleh al-Arouri, sigur í samrøðu við Al Jazeera, at bólkurin er tilreiðar, um tað ringasta skuldi hent. Sambært honum væntar Hamas, at bardagarnir halda fram.
- Vit hava fyrst og fremst eitt mál: Okkara frælsi og frælsi á okkara heilagu støðum, sigur hann við Al Jazeera.
Saleh al-Arouri sigur harumframt, at Hamas-bólkurin hevur nóg nógvar ísraelskar fangar til at kunna fáa allar palestinensiskar fangar leyslatnar í fangaskifti við Ísrael. Og jú longri bardagarnir halda fram, størri verður talið á fangum, sigur hann.
Tað verður hildið, at gíslarnir eru fluttir til smáar bygdir nær við Gazageiran.
Aðrir, veit BBC fyri vist, eru fluttir úr Ísrael og inn í Gaza.
Marrustøða fyri Ísrael
Ísraelska verjan boðar frá bardøgum í 22 støðum har suðuri í landinum.
- Hetta er ein marrustøða fyri nógvar ísraelar. Hetta er ein heilt óvanlig støða, sigur sendifólkið fyri BBC í Miðeystri, Jo Floto, sum er statt í Jerusalem.
USA og ES hava frammanundan bólkað Hamas sum yvirgangsbólk.


























