Jarðskjálvti í Afganistan

Jarðskjálvti í Afganistan
Ein jarðskjálvti hevur rakt Afganistan í dag
Jarðskjálvtin varð mátaður at vera 6,3 á Richterstiganum
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.10.2023 - 18:58

Jarðskjálvtin, sum varð mátaður at vera 6,3 á Richterstiganum har vesturi í landinum hevur kravt 15 mannalív og 78 fólk eru løstað.

Jarðskjálvtin rakti nakrar 40 kilometrar úr býnum Herat, og 120 kilometrar frá markinum til Iran, klokkan 11.00 lokala tíð.

Fleiri bygningar vórðu oyðilagdir og fólk vórðu fangað undir húsaleivdunum, siga afganskir myndugleikar.

Í minsta lagi tríggjar stórar eftirristingar vóru.

Herat, har jarðskjálvtin rakti verður sagdur at vera mentanarhøvuðsstaðurin í Afganistan. Tað verður mett at 1,9 milliónir fólk búgva í økinum, sambært data frá 2019 hjá Heimsbankanum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786