- Tíðindi, mentan og ítróttur
Virkisskráin verður dýrari enn mett

Virkisskráin kostar meira enn upprunaliga mett.
Tað hevur víst seg at vera nógv meira avbjóðandi enn fyrst hildið at samskipa verkætlanina, so hon umfatar fleiri stovnar.
Gjaldstovan hevur, tí tíðarætlanin ikki heldur, gjørt av at endurskoða verkætlanina.
Fleiri roynd fólk úr starvsfólkahópinum hjá Talgildu Føroyum verða knýtt at verkætlanini. Bygnaðurin og mannagongdir í verkætlanini vera eisini broyttar.
Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Ruth svarar Eiriki
Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Eirik í Jákupsstovu, løgtingsmann.
Virksskráin er seinasti tátturin í heildarætlanini um talgilding, sum er grundað á verklagslógina um Talgildu Føroyar. Hon er frá 2017.
Henda verkætlan hevur til endamáls at menna eina alment galdandi skrá fyri allar løgfrøðiligar eindir í landinum.
Landsstýriskvinnan heldur ikki, at vantandi eftirlit er orsøkin til, at verkætlanin er vorðin dýrari enn ætlað.


























