Fyri fyrstu ferð doyðu flestu danir av KOL

Fyri fyrstu ferð doyðu flestu danir av KOL
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er KOL tann sjúkan, sum flest doyggja av í Danmark.
 
01.11.2023 - 20:58

Danska Lungnafelagið hevur hagtøl frá skrásetingini av andlátum og kann við teimum staðfesta, at 3.570 danir doyðu av lungnasjúkuni KOL í 2021.

Tað merkir, at seks prosent av øllum andlátum tað árið vóru orsakað av KOL, og at hvønn dag doyggja 10 fólk av sjúkuni.

KOL er stytting fyri kroniska obstruktiva lungnasjúku.

Sambært serfrøðingum eru 85 prosent av tilburðunum orsakað av royking, og vanligastu sjúkueyðkennini eru trongd, hosti og at tað hvínur, tá ið tú andar.

Mett verður, at umleið 400.000 danir líða av KOL, men bert helvtin hevur fingið staðfest sjúkuna, skrivar NTB.

Sambært Heilsulýsingini hjá Landslæknanum í Føroyum doyðu í 2020 18 menn og 25 kvinnur av sjúkum í andingargøgnum. 

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at 'sjúka í andingargøgnum' fevnir í mestan mun um KOL. 

í 2019 doyðu 21 kvinnur og 22 menn av sjúku í andingargøgnum, vísur yvirlit í Heilsulýsingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037