Tøkugjald ikki so stóran skund longur

Tøkugjald ikki so stóran skund longur
Vinnunevndin hevur fund aftur um málið í næstu viku
Vinnunevndin hevur freist til 8. desember at skriva álit í málinum um tøkugjald í alivinnuni. (Savnsmynd)
 
16.11.2023 - 08:39

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum um tøkugjaldið hjá alivinnuni, sum hevði so øgiligan skund í síðstu viku, at víkjast skuldi frá øllum tíðarfreistum, hevur ikki so stóran skund longur.

Uppskotið er enn í vinnunevndini, og málið er á skránni fyri fundin hjá nevndini mikudagin í næstu viku.

Nevndin hevur freist til 8.desember at skriva álit.

Tá er ein mánaður síðani, nevndin fekk uppskotið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541