Danmark: Menn forvinna 12 prosent meira enn kvinnur

Danmark: Menn forvinna 12 prosent meira enn kvinnur
Í dag verður skipað fyri tiltaki uttan fyri Christiansborg at gera vart við stóra lønarmunin
Hvørja ferð menn forvinna 100 kr., forkvinna kvinnur bara 87 kr., vísa tøl hjá donsku hagstovuni
Mynd: Shutterstock.com  
 
16.11.2023 - 10:36

- Far til hús, set teg við beinunum hægst, lat døgurðatíman vara longur, kom inn á Christiansborg, ella set teg saman við starvsfeløgum tínum. 

Tað eru boðini til kvinnur í øllum Danmark í dag, nú álmannakkin vísir hósdag 16. november.

Tí í dag og tað, sum eftir er av árinum, arbeiða allar kvinnur í Danmark 'ókeypis' samanborið við menn, sigur ein teirra, sum skipar fyri størri tiltaki í dag.

 

Menn forvinna nógv meiri

Orsøkin er, at menn í Danmark forvinna 12,3 prosent meira enn kvinnur, vísa tøl frá donsku hagstovuni. 

Onnur hagtøl vísa, at munurin millum kynini er uppaftur størri.

- Tølini skríggja ár undan ári, tá ið vit síggja lønarmunin millum menn og kvinnur. Har er munur, og tað er ikki í lagi. Vit eru noyddar at brúka okkara rødd, tí hetta er so grundað í ójavna. Tað er eitt lítið sjónligt tekin um nógv størri og álvarsligari trupulleika, sigur Birgitte Baadegaard, sum er ein teirra, ið skipar fyri tiltaki í hesum sambandi uttan fyri Christiansborg í dag.

 

Súmbol upp á virði

- Lønin hjá okkum er eitt súmbol upp á virði, og í tí løtu, vit fara at tosa um virði samanborið við løn, er tað nógv djúpari og ein spurningur um, at kvinnur hava minni virði enn menn, sigur hon.

Sambært tølum frá donsku hagstovuni yvir lønarmunin, forvinnur ein kvinna í Danmark í miðal góðar 87 krónur, hvørja ferð ein maður forvinnur 100 krónur. 

- Og tað merkir, at tað, sum eftir er av árinum arbeiða allar kvinnur í Danmark 'ókeypis' samanborið við menn, sigur Birgitte Baadegaard við DR.dk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297