Fýra ES-lond fingið átalu

Fýra ES-lond fingið átalu
ES-nevndin hevur nú givið fýra londum í evruøkinum eina átalu í sambandi við fíggjarpolitikkin í hesum londunum
ES-nevndin hevur givið fýra ES-londum eitt fíggjarpolitiskt nefs
Mynd: Savnsmynd  
 
21.11.2023 - 19:09

Belgia, Frakland, Finnland og Kroatia hava nú fingið eina átalu frá ES-nevndini um at tátta í fíggjarpolitikkin.

Tað skrivar Ritzau.

Átalan kemur eftir eina greining av fíggjarlógunum fyri 2024 hjá evrulondunum. Og hesi fýra londini skulu fylgja fíggjarpolitisku tilmælunum, sum ES-nevndin hevur givið teimum.

Undir korona-farsóttini høvdu ES-londini rætt til at brúka meira pengar enn vanligt, og tað høvdu tey eisini undir orkukreppuni í fjør. Men eftir ársskiftið er tann møguleikin ikki galdandi longur.

Nú sigur ES-nevndin, at inflatiónin skal niður, og tað sama skal skuldin, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (3:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050