EM-hópurin er klárur

bannari
EM-hópurin er klárur
Teir 18, sum skulu umboða Føroyar í søguliga EM-endaspælinum í Týsklandi í januar, eru tiknir út. Skaði ger, at Helgi Hildarson Hoydal ikki er við
Helgi Hildarson Hoydal er skaddur og er ikki tikin út til føroyska EM-hópin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.12.2023 - 11:57

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen, hava úttikið teir 18 spælararnar, sum skulu umboða Føroyar í søguliga EM-endaspælinum í Týsklandi í januar, skrivar Hondbóltssambandið.

Helgi Hildarson Hoydal meiddi sær albogan fyri kortum, og strikuspælarin verður tí ikki við í føroyska hópinum. Bjarni í Selvindi, sum var við til venjingardystirnar ímóti Íslandi, hevur mist plássið, meðan Ísak Vedelsbøl fær eitt av trimum plássum á strikuni.

Av teimum 18 spælarunum er tað bert Ísak Vedelsbøl, sum spælir hondbólt í heimligu kappingini. 16 spælarar eru við til hvønn dyst.

Føroyska liðið hevur eina styttri samling millum jól og nýggjár. Síðan savnast liðið aftur til venjingar 1. januar í Havn og er saman fram til EM-endaspælið. Føroyar spæla venjingardystir móti Belgia í Høllini á Hálsi fríggjadagin 5. januar og leygardagin 6. januar, báðar dagarnar klokkan 19.30. 

Føroyar byrja sjálvt endaspælið við dysti ímóti Slovenia hósdagin 11. januar. Tveir dagar seinni er Norra á skránni, áðrenn bólkaspælið endar við dysti ímóti Póllandi 15. januar.

Føroyski EM-hópurin

Málverjar:

Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Vengur:
Rói Berg Hansen, HØJ Elite (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Ísak Vedelsbøl, H71

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. juli
Morgunlestur týsdagur 16. juli 2024
177834
Mánadag 15. juli
Biltúrurin 5: Koyrt verður í Havn
176612
Mánadag 15. juli
Søgan um Hank Williams (5:8)
176858
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016
Leygardag 13. juli
Landsdystur: Føroyar - Montenegro
178015