Føroyar taptu tepurt fyri Aserbadjan

Føroyar taptu tepurt fyri Aserbadjan
Føroysku fótbóltskvinnurnar taptu eisini sín síðsta dyst í Nations League. Eins og í fýra av undanfarnu dystunum var talan um tap við bert einum máli
Føroysku fótbóltskvinnurnar taptu allar seks dystirnar í Nations League
Mynd: Bjarni Engahamar/FSF  
 
05.12.2023 - 16:59

Bestu føroysku fótbóltskvinnurnar taptu við einum málið fyri Aserbadjan í síðsta dystinum í hesi Nations League-kappingini.

Úrslitið var 1-0, og Nigar Mirzaliyev skeyt sigursmálið fyri Aserbadjan miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Hetta er fimti dysturin av seks í kappingini, har Føroyar tapa við einum máli. Fýra ferðir eru dystirnir endaðir 1-0, eina ferð 2-1, meðan útidysturin ímóti Montenegro endaði við 9-0 ósigri.

Sunniva Willemoes skeyt einasta føroyska málið í kappingini í heimadystinum ímóti Aserbadjan í oktober.

Aserbadjan vann bólkin við 16 stigum, Montenegro fekk 2. plássið við 12 stigum, Kýpros fekk sjey stig á 3. plássi og Føroyar fingu onki stig í hesi fyrstu Nations League-kappingini við kvinnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974