Netanyahu heitir á Hamas um at geva seg yvir

Netanyahu heitir á Hamas um at geva seg yvir
Ísraelski forsætisráðharrin sigur, at dagarnir hjá yvirgangsfelagsskapinum er um at vera taldir
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, sum her sæst saman við einum ísraelskum hermanni, heitir nú á Hamas um at geva seg yvir.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.12.2023 - 08:31

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, heitir á Hamas um at geva seg upp í hendurnar á Ísrael. 

Hann sigur, at dagarnir hjá Hamas eru um at vera taldir.

- Kríggið er framvegis, men hetta er byrjanin til endan hjá Hamas. Eg sigi við Hamas-yvirgangsfólkini: - Tað er liðugt. Ikki doyggja fyri Sinwar. Kastið frá tykkum, sigur Netanyahu.

Yahya Sinwar er ovasti leiðari hjá Hamas í Gasageiranum.

Fráboðanin kom stutt eftir, at Hamas staðfesti, at eingir gíslar sleppa úr Gasa á lívi, uttan at krøvini hjá palestinum eru eftirlíkað. 

Høvuðskravið hjá Hamas er, at Ísrael letur leysar allar palestinar, sum sita í ísraelskum fongsli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (3:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050