Seks fólk varðhaldsfongslað í máli um yvirgangsatsókn í Danmark

Seks fólk varðhaldsfongslað í máli um yvirgangsatsókn í Danmark
Í Danmark eru ein maður í sekstiárunum, ein 29 ára gamal maður, og ein ung kvinna handtikin
Seks fólk eru nú varðhaldsfonglsað í málinum um ætlaða yvirgangin í Danmark
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
15.12.2023 - 08:45

Seks fólk eru varðhaldsfongslað í einum máli um ætlanir um yvirgangsatsókn í Damark. 

Danska kringvarpið tosaði við serliga ákæran Anders Larsson í gjárkvøldið.

Anders_Larsson_15122023

Í Danmark eru ein maður í 60'unum, ein 29 ára gamal maður og ein ung kvinna handtikin.

29 ára gamli maðurin er latin leysur aftur.

Tann elsti av hesum trimum hevur javnan verið í almennum kjaki, men danskir miðlar nevna hann ikki við navni, tí rætturin hevur sett navnaforboð.

Leiðarin í PET, ið er fregnartænastan hjá løgregluni, Flemming Drejer, vildi í gjár einki siga um mál og orsøk fyri ætlaða yvirgangin. 

Hann segði tó, at málið hevur træðrir til brotsmannalið, forbodna LTF, ið eru fólk, sum eru í Danmark og í útlandinum.

Danski forsætisráðharrin Metta Frederiksen lýsti í gjár støðuna sum sera álvarsliga.

Mette_Frederiksen_15122023

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. juni
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
209382
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233