Nú er farið at goysa norðanfyri Grindavík

Nú er farið at goysa norðanfyri Grindavík
Eldgosið, sum bíðað hevur verið eftir á Reykjanesi, er byrjað. Tað goysir úr einari 3,5 kilometrar langari sprungu fýra kilometrar norðanfyri Grindavík
Sprungan, ið tað goysir úr norðanfyri Grindavík í Íslandi, verður hildin at vera um fýra kilometrar long
Mynd: Íslendska heimaverjan  
 
19.12.2023 - 00:27

Tað var klokkan 22.16 í gjárkvøldið, at tað byrjaði at goysa úr einari sprung við fjallið Sundhnúka. 

Tað hendi eftir enn ein jarðskjálvta í økinum norðanfyri Grindavík á Reykjanesi. 

Jarðskjálvtin verður hildin at hava verið umleið 4,2 í styrki, og er tann máttmiklasti seinastu vikuna, upplýsir íslendska veðurstovan. 

Soleiðis sær eldgosið út beint nú. 

Tey 4000 fólkini, ið búgva í Grindavík, eru seinastu dagarnar flutt burtur frá býnum. Eisini kendan ferðafólkastaðið Bláa Lónin er eisini stongt. 

Vandi er fyri, at grótbræðingin fer at renna inn í Grindavík, meta serfrøðingar. 

Íslendska heimaverjan er virkin og í hægstu tilbúgvin, skrivar RUV. 


Kelda: Morgunblaðið

Á myndini omanfyri sæst, at eldgosið í Íslandi er við fjøllini Sundhnúkur og Sýlingafell. 

Myndugleikarnir hava stongt høvuðsveg nummar 41, sum eitur Reykjanesbrauten ella Reykjanesarbreytin, og fólk vera biðin um at halda seg burtur frá økinum. 

Talan er ikki um nakað ferðfólkagos, siga serfrøðingar eisini. 

Beint nú er eingin í lívsvanda, sigur lokali løgregluovastin á Suðurnesi, Úlfar Lúðvíksson.

Íslendski forsætisráðharrin, Katrin Jakobsdóttir, sigur við RUV, at nógv er gjørt fyri at verja Grindavík móti eldgosinum og grótbræðingini, og tað fer at gera stóran mun, heldur hon. 

"Tankar okkara eru hjá fólki á staðnum nú eins og áður, og vit vóna tað besta. Men tað er greitt, at hetta kann blíva rættiliga hættisligt, sigur Katrin Jakobsdóttir, sambært RUV. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858