Maud sleipað til Týsklands

Maud sleipað til Týsklands
Norska cruiseskipið MS Maud fekk í gjár ein sjógv og misti allan streymin. Skipið verður nú sleipað til Bremerhafen í Týsklandi
Cruiseskipið MS Maud avmyndað á Vestfirðum í Íslandi 12. juli í ár
Mynd: Magnus Thor Hafsteinsson/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
22.12.2023 - 18:38

Norska cruise-skipið Maud, sum kom í trupulleikar í Norðsjónum í gjár, verður nú sleipað til Bremerhafen í Týsklandi. Tað skrivar Reuters.

Sambært donskum myndugleikum fekk Maud ein sjógv í gjár, har fleiri rútar á brúnni brotnaðu, og sum tí førdi til, at sjógvur kom inn á brúnna, og at allur streymurin umborð fór. Skipið var tá statt góðar 260 kilometrar frá donsku vesturstrondini og umleið 350 kilometrar frá bretsku eysturstrondini.

Skipið misti ikki maskinorku, og tí bar til at stýra skipinum úr maskinrúminum.

Maud var farin úr Florø hósdagin við kós móti Tilbury í Bretlandi. Veðrið var ringt, og aldurnar vóru millum 7 og 8 metrar høgar hóskvøldið, skrivar danska TV2.

Esvagt sleipar nú skipið til Bremerhafen. Við umborð eru 397 fólk - 266 ferðafólk og so manningin, sum er 131 fólk. Øll fólkini umborð hava tað gott.

Cruise-fyritøkan HX, sum hoyrir undir Hurtigruten samtakið, eigur skipið, sum er bygt í 2003.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044