Á Breddanum: Gongd í haga og fíggjarligt regluverk

Á Breddanum: Gongd í haga og fíggjarligt regluverk
Tvey evni eru í sendingini í dag
Uppskotið um gongd í haga fer nú til hoyringar. Klokkan 10 hevur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, tíðindafund um málið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
26.01.2024 - 09:39

Nú klokkan 10 heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum tíðindafund um gongd í haga.

Vit frætta frá landsstýrismanninum, hvørjar ætlanir hann hevur.

Eitt orð, sum hevur verið nógv frammi í seinastuni, er fíggjarpolitiskt regluverk.

Bæði í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum og í haldføriskanningini, sum Búskaparráði legði fram nú í januar verður staðiliga mælt til at seta í verk fíggjarpolitiskt regluverk.

Men hvat er eitt fíggjarpolitiskt regluverk, og hví mæla búskaparfrøðingar til, at tað verður sett í verk?

 

Kári Petersen er búskaparfrøðingur.

 

Tað hava vit spurt Kára Petersen, búskaparfrøðing, um. 

Seinni í sendingini hava vit politiskt kjak við limum úr fíggjarnevndini um hetta amboðið.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808