Armenia, Norðurmakedónia og Lettland ímóti Føroyum

Armenia, Norðurmakedónia og Lettland ímóti Føroyum
Føroyska fótbóltslandsliðið við monnum skal spæla ímóti Armenia, Norðurmakedónia og Lettlandi í Nations League í heyst
Armenia, Norðurmakedónia og Lettland spæla ímóti Føroyum í heyst
 
08.02.2024 - 17:13

Bestu føroysku fótbóltsmenninir skulu spæla ímóti Armenia, Norðurmakedónia og Lettlandi í Nations League, sum byrjar í september.

Tað er greitt eftir lutakstið seinnapartin, sum fyrrverandi grikski landsliðsspælarin og EM-vinnarin, Giorgos Karagounis, tók sær av.

Hetta er fyrsta ferðin at Føroyar spæla ímóti Armenia, sum kom úr ovasta styrkisbólkinum.

 

Hvørki marru- ella dreymabólkur hjá Viljormi

Varaliðskiparin á føroyska landsliðnum, Viljormur Davidsen, vildi helst sleppa undan Rumenia, Slovakia og Hvítarusslandi, og tað ynskið fekk hann eftirlíkað.

Hinvegin ynskti hann sær Svøríki, Kýpros og Litava ella Gibraltar, men einki av teimum endaði í føroyska bólkinum. 

Dystirnir í UEFA Nations League verða spældir í tíðarskeiðunum 5. til 10. september, 10. til 15. oktober, og 14. til 19. november í ár.

 

Deild C

Bólkur 1
Svøríki
Aserbadjan
Slovakia
Estland

Bólkur 2
Rumenia
Kosovo
Kýpros
Litava / Gibraltar

Bólkur 3
Luksemborg
Bulgaria
Norðurírland
Hvítarussland

Bólkur 4
Armenia
FØROYAR
Norðurmakedónia
Lettland

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327