- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ungmannafeløg ymisk á máli um at hækka pensjónsaldurin

Sambært Búskaparráðnum verða tað tey ungu, ið sita eftir við rokningini, um myndugleikarnir ikki megna at taka røttu avgerðirnar nú. Ráðið mælir millum annað til at hækka pensjónsaldurin.
Vit standa við eini haldførisavbjóðing.
Í dag eru vit fýra til fimm fólk, sum fíggja hvønn pensjónist, men um 20 ár verða vit 2,5 fólk fyri hvønn pensjónist.
Hetta merkir, at tá tey sum eru børn og ung í dag koma á arbeiðsmarknaðin, verða tey nógv færri fólk um at tryggja teimum eldru ein góðan og tryggan aldurdóm.
Formaðurin í Búskaparráðnum heldur, at vit mugu taka størri atlit til komandi ættarlið.
Men hvat halda ungu politikararnir um haldførisavbjóðingina?
Hoyr innslag við Jóhannis Erlendsson, formann í Unga Tjóðveldi og Alva Jespersen, formann í Unga Sambandi.
Búskaparráðið mælir millum annað til, at pensjónsaldurin umframt at hækka við einum hálvum ári í 2025 og 2030 skal hækka við einum ári fimta hvørt ár, frá 2035 fram til 2060. Hetta fer at økja um arbeiðsfjøldina soleiðis, at tað aftur verða fleiri arbeiðandi fyri hvønn pensjónist og lutfallið verður umleið tað sama, sum tað er í dag.


























