Kanning: Biden er ov gamal at vera forseti

Kanning: Biden er ov gamal at vera forseti
Av demokratiskum veljarum, sum eru spurdir í kanningini, svara sjey av 10, at hann er ov gamal at standa á odda fyri einari stjórn
Joe Biden, sum er 81 ára gamal, stillar uppaftur til amerikanska forsetavalið í heyst. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
 
13.02.2024 - 15:19

Átta av 10 spurdum halda, at Joe Biden er ov gamal at røkja forsetaembætið í USA.

Tíðindastovan Reuters og greiningarstovnurin Ipsos hava gjørt kanningina, og 1.237 fólk í USA eru spurd, skrivar danska kringvarpið. 

Joe Biden er elsti forseti í USA. Hann er 81 ára gamal.

Av demokratiskum veljarum, sum eru spurdir í kanningini, svara sjey av 10, at hann er ov gamal at standa á odda fyri einari stjórn.

Alt bendir á, at fyrrverandi republikanski forsetin, Donald Trump, fer at bjóða Joe Biden av á forsetavalinum í heyst.

Hóast Trump bara er fýra ár yngri enn Biden, stendur hann seg betur í kanningini. Annarhvør av teimum spurdu heldur, at Trump er ov gamal at vera forseti.

Kanningin var gjørd 9. februar, og óvissan er trý prosenstig hvønn vegin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938