Taptu við tveimum málum í venjingardysti

Taptu við tveimum málum í venjingardysti
Føroyska A-landsliðið við kvinnum tapti 2-0 fyri Malta í venjingardysti á útivølli. Sunnudagin spæla Føroyar ímóti Albania
Ásla Johannesen, liðskipari hjá Føroyum, í nærdysti við maltesar
Mynd: fotoaquilina.com  
 
23.02.2024 - 10:26

Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum tapti 2-0 í venjingardysti fyri Malta hósdagin. Dysturin varð spældur á Tony Bezzina Stadion á Miðjarahavsoynni, har Føroyar eisini skulu spæla ímóti Albania.

Talan var um javnan dyst, og tað var málleyst í steðginum. Í seinna hálvleiki skoraðu vertirnir tvær ferðir, skrivar fsf.fo.

Dysturin ímóti Albania verður sunnudagin klokkan 13:00. 

Venjingarlegan á Malta er fyrireiking til EM-undankappingina, sum byrjar fyrst í apríl mánað. Hvørjum londum okkara kvinnur skulu møta í undankappingini, verður avgreitt við lutakasti, sum verður týsdagin 5. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558