Yvir ein milliard fólk eru alt ov tjúkk

Yvir ein milliard fólk eru alt ov tjúkk
Í 2022 var yvir ein milliard fólk á heimsstigi alt ov tjúkk, hetta svarar til áttanda hvørt fólk
Í 2022 var yvir ein milliard fólk á heimsstigi alt ov tjúkk.
Mynd: Savn  
 
01.03.2024 - 18:26

Tað metir heimsheilsustovnurin WHO og okkurt um 1.500 granskarar í nýggjari altjóða kanning, skrivar danska kringvarpið.

Kanningin er grundað á dátur frá 220 milliónum fólkum í fleiri enn 190 londum. Kanningin er prentað í viðurkenda tíðarritinum Lancet.

Tølini vísa, at talið á fólki sum eru alt ov tjúkk er tvífaldað síðani 1990.

Tølini eru ikki tespilig, sigur Dirk Lund Christensen, sum er lektari í altjóða heilsu við lærda háskúlan í Keypmannahavn.

- Ógvuslig ovurfiti elvir til stórar trupulleikar, serstakliga í londum, sum hava trupulleikar við sínum heilsuverki, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053