Við Tórði á túri við demenskórinum: Sangfuglar skapa stjørnuløtur

Við Tórði á túri við demenskórinum: Sangfuglar skapa stjørnuløtur
Demenskórið Sangfuglar hevur nú seks ár á baki. Tey venja einaferð um mánaðin í Vesturkirkjuni og eru úti og syngja fyri fólki einar 12 ferðir um árið.
 
20.03.2024 - 15:44

Hesa vikuna vóru vit við Tórði á túri við kórinum Sangfuglum, sum er stovnað fyri minnisveik fólk, á Sandi, har tey syngja fyri teimum eldru í Tilhaldinum. Í kórinum eru eisini nøkur avvarðandi og nøkur starvsfólk á stovnum hjá Almannaverkinum, har tey minnisveiku búgva ella eru í dagtilhaldi.

Demenskórið Sangfuglar hevur nú seks ár á baki. Tey venja einaferð um mánaðin í Vesturkirkjuni og eru úti og syngja fyri fólki einar 12 ferðir um árið. Tey hava m.a. sungið á flestu røktarheimum og eldrasambýlum. 

 

Anna Petra Tórudóttir er ættað av Sandi. Her presenterar hon kórið fyri teimum eldru í Tilhaldinum á Sandi.

Stigtakarin til kórið, Anna Petra Tórudóttir, greiðir frá, at ein kvinna, ið júst hevði fingið staðfest demens, harmaðist um, at hon nú ikki ein gang kundi syngja í kóri longur.

- Hetta gav okkum hugskotið at gera eitt kór fyri minnisveik. So vit fóru í gongd og undirtøkan var góð beinanvegin. Sangur lyftir okkum øll upp, sigur Anna Petra, sum eisini er samskipari í kórinum.

 

Fleiri komin afturat

Jógvan Dahl og Jógvan við Keldu játtaðu at taka sær av kórinum, og seinni er Pætur við Keldu komin afturat sum klaverspælari. Leiðararnir báðir eru glaðir fyri uppgávuna, tí teir merkja at sangur er góður fyri minnisveik fólk.

- Eg havi stóra virðing fyri arbeiðnum, ið fólk í Almannaverkinum gera fyri tey minnisveiku. Og starvsfólk eru eisini góð hjálp í kórinum, sigur Jógvan við Keldu, sum er glaður fyri uppgávuna sum kórleiðari.

Hin kórleiðarin, Jógvan Dahl, gleðist um at síggja, at minnisveik fólk vekjast av sangum tey kenna. "Tá eg síggi at tey verða glað, verði eg eisini glaður", sigur hann.

Tveir veteranar eru kórleiðarar, og her eru teir avmyndaðir saman við pianistinum. Frá vinstru Jógvan Dahl, Pætur við Keldu og Jógvan við Keldu.

 

Sangfuglar skapa stjørnuløtur

Ein av sangarunum í demenskórinum er Jens Petur Jensen í Havn, sum er avvarðandi. Konan Inger er júst farin á Boðanesheimið at búgva, tí hon er minnisveik. 

- Inger elskar at syngja og tí hevur kórið havt stóran týdning fyri hana, sigur Jens Petur, sum er fastur bilførari hjá konuni, tá tey fara at syngja og honum dámar væl at syngja við. Tey vóru bæði við á túrinum á Sandi, tá kórið sang í Tilhaldinum har.

Mai-Britt Hansen, sum er námsfrøðingur við tónleiki á linju og arbeiðir í dagtilhaldi á Glyvrum fyri fólk undir 67 ár, sigur, at Sangfuglar skapa stjørnuløtur, bæði fyri tey sum syngja og tey, sum lurta.

- Tá man syngur er torført at vera í ringum lag. Sjálvt fólk við tungum demensi eru før fyri at syngja sangir, tey dugdu fyrr. Sangur er góður fyri sálarheilsuna, sigur Mai-Britt.

 

Til stóra gleði fyri minnisveik og avvarðandi

86 ára gamla Hjørdis Mortensen hevur ikki sungið í kóri fyrr. Hon býr heima, men er í Stjørnulon um dagin. "Eg havi onga rødd, men eg royni at syngja", sigur hon.

Nólsoyingurin Eyðfinnur Joensen er ein av teimum, sum dagliga kemur í dagtilhaldið í Skotarók í Havn, har fólk undir 67 ár eru um dagin. Hann sigur, at hann er eingin sangari, men er við í kórinum fyri tann sosiala partin, tí tey hava tað gott saman.

Pál Weihe, professari, sigur, at konan Sára var glað fyri at syngja við í kórinum so leingi hon orkaði. Nú hevur hon lagt árarnar inn.

- Tá vit sum avvarðandi síggja, at okkara eru glað at syngja, verða vit eisini glað, sigur hann.

Pál Weihe, professari, er glaður fyri demenskórið Sangfuglar. Konan Sára sang við í kórinum so leingi hon orkaði. "Sangur og tónleikur ger undurverk fyri minnisveik fólk og er ofta tað síðsta sum fer", sigur Pál.

 

Ein rørandi løta

- Hetta var ein rørandi løta fyri okkum øll, segði Súsanna Jensen á Sandi, tá hon takkaði demenskórinum Sangfuglum hjartaliga fyri sangin í Tilhaldinum á Sandi. 

Eydna Poulsen, sum býr í heiminum við Vallalíð í Havn, er glað fyri at vera við í kórinum. Hon syngur aðru stemmu. "Mær dámar sera væl at syngja og tá eg var ung, sang eg við Kristiliga Sangkórinum", sigur hon.

Súsanna Jensen bjóðaði vælkomin og takkaði fyri aftaná. 

 

Við Tórði á túrum við Sangfuglunum

Hesa ferð var Tórður á túri við Sangfuglunum. Tú kanst hoyra hendan túrin á KVF Ljóð, har tú eisini finnur hinar túrarnar.

Á Facebook-vanganum hjá Tórði eru fleiri myndir frá túrinum, tær finnur tú her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. november
Andarblak - Hvør sín og tó
184233
Mikudag 27. november
Morgunlestur mikudagur 27.november 2024
184216
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179