Vilja hava forboð fyri sigarettsølu í 2030

Vilja hava forboð fyri sigarettsølu í 2030
TrygFonden hevur kannað, hvat danir siga um málið, men tubbaksframleiðarar ávara um forboð
Tey 36 prosentini, sum vilja steðga sigarettsølu, vilja hava, at øll søla heldur uppat í 2030. (Savnsmynd)
 
25.03.2024 - 10:00

Meiri enn ein triðingur av danskarum vilja hava, at tað frá 2030 verður ólógligt at selja sigarettir.

Tað vísir ein kanning, sum TrygFonden hevur gjørt, skrivar danska kringvarpið, DR. 

Tey 36 prosentini, sum vilja steðga sigarettsølu, vilja hava, at øll søla heldur uppat í 2030.

Vinnugreinafelagið hjá donsku tubbaksfyritøkunum er hinvegin ikki í iva, men sigur, at forboð elvir til økta ólógliga sølu av tubbaki. 

- Hugsjónin, at um okkurt verður forboðið, so hvørvur tað, riggar ikki. Serliga ikki, tá iðtað ræður um sigarettir, sigur Tine Marie Daell, stjóri hjá tubbaksframleiðarunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423