USA ávaraði Russland um yvirgangsálop

USA ávaraði Russland um yvirgangsálop
Hóast fleiri ávaringar úr USA, helt russiski forsetin, Vladimir Putin, hánt um upplýsingarnar. Hann kallaði tær ágangandi og eina roynd at skapa øsing
Í minsta lagi 140 fólk lótu lív, tá ið yvirgangsmenn fríggjakvøldið tóku seg inn í Crocus City Høllina í útryðjuni av Moskva, og fóru at skjóta frá hond. (AFP/Ritzau Scanpix)
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
25.03.2024 - 13:29

USA ávaraði longu fyri tveimum vikum síðani Russland um, at ein víðgongdur bólkur hevði ætlanir um at fremja yvirgangsálop í Moskva. 

Tað sigur ein danskur seniorgreinari:

Í minsta lagi 140 fólk lótu lív, tá ið yvirgangsmenn fríggjakvøldið tóku seg inn í Crocus City Høllina í útryðjuni av Moskva, og fóru at skjóta frá hond.

Ein grein av yvirgangsfelagsskapinum IS hevur tikið ábyrgdina fyri álopið. 

Hetta er blóðigasta álopið í Russlandi í fleiri áratíggju.

Fyri bara tveimum vikum síðani ávaraði USA Russland um, at amerikanska fregnartænastan hevði upplýsingar um, at ein bólkur av víðgongdum hevði ætlanir um yvirgangsatsóknir móti stórum tiltøkum í Moskva, eitt nú konsertir.

 

Sløkkilið rudda í toftunum, sum eru eftir av konserthøllini uttan fyri Moskva. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Russland eyðmýkt

- Tí eyðmýkir hetta Russland, nú yvirgangur er framdur í Russlandi, sigur Jacob Kaarsbo, seniorgreinari í tankasmiðjuni Evropa, við danska TV2. 

- Trygdarráðið í USA segði fríggjadagin, at tað hevur deilt allar fregnartænastuupplýsingar og hóttanir seinastu tíðina. So hetta er ein eyðmýking, sigur seniorgreinarin.

Sambært Jacob Kaarsbo, hevur USA ein politikk, sum áleggur teimum skyldu at deila fregnartænastuupplýsingar um yvirgang við onnur lond, sama hvussu viðurskiftini eru millum londini, skrivar danska TV2.

 

Jacob Kaarsbo er seniorgreinari. (Mynd: TV2)
 

Helt hánt um upplýsingarnar

Hóast fleiri ávaringar frá USA helt russiski forsetin, Vladimir Putin, týsdagin hánt um upplýsingarnar og kallaði tær ágangandi, eina roynd at skapa øsing og at fáa russiska samfelagið at ridla.

Fyrrapartin leygardagin boðaði russiska trygdartænastan FSB frá, at 11 fólk eru handtikin undir illgruna fyri at hava framt yvirgangsálopið fríggjakvøldið.

Hóast IS hevur tikið ábyrgd av álopinum, sigur russiska trygdartænastan, at gerningsmenninir vóru á veg til Ukraina, tá ið teir vóru handtiknir, og at teir høvdu tilknýti til Ukraina, skrivar russiska tíðindastovan Interfax.

Russiski forsetin hevði somu boð, tá ið hann seinnapartin leygardagin tosaði við russiska fólkið um yvirgangsálopið.

- Teir, sum eru undir illgruna, royndu at flýggja til Ukraina, men er nú handtiknir. Tann, sum gav boð um at fremja yvirgangsálopið, verður revsaður, segði Vladimir Putin.

 

Vladimir Putin, forseti í Russlandi. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Samansvørjing

Men danski seniorgreinarin, Jacob Kaarbo, heldur lítið um tað, sum Putin sigur.

- Tað er einki í hesum, og vit eru heilt yviri í deildini fyri samansvørjingar, sigur hann við danska TV2.

Í eini roynd at fáa endaliga staðfest ábyrgdina, hevur stjórin fyri Interpol, Jürgen Stock,  boðið sær til at hjálpa Russlandi við kanningunum. Tað skrivar hann á X.

Interpol er altjóða felagsskapur, sum skal hjálpa til at berja niður skipað brotsverk. 

Hetta er størsti altjóða felagsskapur undir ST, og 186 lond eru limir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410