Yvirlandbúnaðarstevnan um myllurnar á Gellingarkletti verður ikki kortini

Yvirlandbúnaðarstevnan um myllurnar á Gellingarkletti verður ikki kortini
Yvirlandbúnaðarstevnan um myllurnar á Gellingarkletti, sum skuldi vera hósdagin, verður ikki kortini
Av Gellingarkletti.
 
02.04.2024 - 09:48

Yvirlandbúnaðarstevnan um myllurnar á Gellingarkletti, sum skuldi vera hósdagin, verður ikki kortini.

Partarnir eru samdir um, at hon skal ikki vera. 

Úrskurðurin hjá landbúnaðarstevnuni fyri Streymoyar sýslu 12. oktober 2020 var lagdur fyri yvirlandbúnaðarstevnuna.

Niðurstøðan hjá landbúnaðarstevnuni var millum annað, at avgerðin hjá Búnaðarstovuni 31. juli 2019 um at leiga lendið við Gellingarklett til orkumyndugleikan, verður afturkallað.

Tilsøgnin frá 3. november 2005 frá Búnaðarstovuni til Sigert Patursson stendur tí við.

Tí verður Búnaðarstovan dømd til at gera leigusáttmála við festaran Sigert Patursson um lendið á Gellingarkletti til vindmyllur, var uppáhaldið, sum nú ikki verður roynt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334