Álopið á konserthúsið: Trý fólk handtikin aftrat

Álopið á konserthúsið: Trý fólk handtikin aftrat
Tvey av teimum handtiknu eru útlendskir ríkisborgarar, og ein er russari
Yvirgangsálopið á konserthúsið Crocus kravdi 144 mannalív, og 550 vóru særd.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.04.2024 - 09:42

Trý fólk aftrat eru handtikin fyri at hava verið við í yvirgangsálopinum á konserthúsið Crocus í útryðjuni av Moskva. 

Tað skrivaði russiska tíðindastovan Interfax í gjár.

Russiska trygdartænastan, FSB, handtók fólkini. Tvey av teimum handtiknu eru útlendskir ríkisborgarar, og ein er russari.

Tey skulu, sambært trygdartænastuni, hava verið við til at fíggja og útvega fólk til at fremja yvirgangsálopið, har 144 fólk lótu lív og 550 vóru særd.

Frammanundan eru átta menn handtiknir í sambandi við yvirgangsálopið. Fýra teirra eru ákærdir fyri at hava framt sjálvt álopið. 

Harumframt skulu myndugleikar í Tadsjikistan hava handtikið níggju fólk í sambandi við álopið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117