Kann vera forsætisráðharri, hóast hon stillar upp til forsetavalið

Kann vera forsætisráðharri, hóast hon stillar upp til forsetavalið
Katrín Jakobsdóttir fer sum skilst at boða frá í dag, at hon stillar upp til forsetavalið í Íslandi
Nógv bendir á, at Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðharri, í dag fer at boða fra, at hon stillar upp til forsetavalið í Íslandi í summar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
05.04.2024 - 10:31

Eing­in lóg krevur, at Katrín Jak­obs­dótt­ir leggur frá sær sum for­sæt­is­ráðharri, hóast hon stillar upp til forsetavalið, skrivar Morgunblaðið.

Katrín Jakobsdóttir fer sum skilst at boða frá í dag, at hon stillar upp.

Gitt verður eisini, at hon leggur frá sær sum forsætisráðharri.

Og so er stóri spurningurin, hvør tekur við, ella, hvussu verður við samgonguni millum tey vinstru-grønu, har sum Katrín Jakobsdóttir er forkvinna, Sjálfstæðisflokkin og Framsóknarflokkin.

Men eingin lóg forðar Katrínu í at halda fram sum forsætisráðharri.

Hesin spurningur var eisini frammi í 1996, tá tosað var um møguleikan fyri, at Davíð Odds­son, sum tá var forsætisráðharri, fór at stilla upp til forsetavalið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949