Politiið fann knívin, sum leitað varð eftir á sjónum í Klaksvík í gjár

Politiið fann knívin, sum leitað varð eftir á sjónum í Klaksvík í gjár
Ein maður í tretivinum er skuldsettur fyri harðskap, bæði grovan og vanligan, og fyri hóttan í Klaksvík sunnumorgunin
Mynd: Norðlýsið  
 
16.04.2024 - 09:27

Í gjár sóust løgreglufólk sigla runt á vágni í Klaksvík saman við Klaksvíkar sløkkiliði. 

Tað frættist skjótt, at politiið leitaði eftir einum luti, ið hevði samband við eitt harðskapsmál í Klaksvík sunnumorgunin. 

Nú er greitt, at tað var ein knívur, ið løgreglan leitaði eftir, og at knívurin nú er funnin. 

 

Eingin stungin

Løgreglan ger greitt, at eingin er stungin við knívinum, men at ein maður í tretivinum er skuldsettur fyri harðskap, bæði grovan og vanligan, og fyri hóttan í Klaksvík sunnumorgunin.

Maðurin var handtikin klokkan hálvgum fimm í gjár.

Og hann skal í grundlógaravhoyring í Føroya rætti eftir døgurða í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037