Billiardsnillingurin av Tvøroyri vann FM

Billiardsnillingurin av Tvøroyri vann FM
Við finalusigri á Halli Joensen tryggjaði Páll Heri Nolsøe sær føroyameistaraheitið fyri einstaklingar
29.04.2024 - 15:12

Páll Heri Nolsøe tryggjaði sær um vikuskiftið føroyameistaraheitið í biljard fyri einstaklingar.

Í finaluni vann hann tryggan sigur á Halli Joensen, sum seinast vann FM-heitið í 2021.

 - Hallur legði væl út, men eg kláraði at fáa hann aftur. Síðan var tað javnt nøkur umfør, men tað eydnaðist mær so at leggja meg eitt sindur framum, segði Páll Heri Nolsø.

 - Eg hevði ein tendens til at gera tingini torførari enn neyðugt, men at enda eydnaðist so at lukka kampin.

Ólavur Kjølbro, sum vann á Páll Hera Nolsøe í FM-finaluni í fjør, mátti lúta fyri nýggja meistaranum í semifinaluni, ið gjørdist ómetaliga jøvn og spennandi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980