- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tesla skannarin klárur at taka í nýtslu um fýra vikur
Tesla skannarin klárur at taka í nýtslu um fýra vikur
Nýggi 3 Tesla MR-skannarin, sum kom til Klaksvíkar sjúkrahús í morgun, verður klárur at taka í nýtslu um fýra vikur, sigur sjúkrahússtjórin
Mynd: Klaksvíkar sjúkrahús
30.04.2024 - 18:30
3 Tesla MR-skannarin hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi kom í morgun klokkan átta.
Skannarin var latin við Víkavegin.
Mynd: Klaksvíkar sjúkrahús
Síðani var hann lyftur oman í garðin hjá sjúkrahúsinum og haðani rullaður inn í MR-rúmið, skrivar sjúkrahúsið.
3 Tesla MR-skannarin vigar 7,3 tons.
Hann er 2,45 metur breiður, 2,14 metur høgur og 1,72 metur djúpur.
Mynd: Klaksvíkar sjúkrahús
Flestu arbeiðini, sum skulu gerast fyri at seta skannaran upp, eru liðug, men staðfest er, at ventilatiónsskipanin ikki er nóg góð.
Til at fáa hana nóg goða skulu brúkast ein millión og 850.000 kr. av játtanini hjá sjúkrahúsinum í ár.
Hoyr samrøðu við Alexandru á Dul, stjóra á Klaksvíkar sjúkrahúsi
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV