Turkiskt dómarapar leiðir dystin í Skopje

Turkiskt dómarapar leiðir dystin í Skopje
Lagt er upp til rokmiklan dyst í ikonisku Boris Trajkovski høllini í Skopje í kvøld, har norðurmakedónsku áskoðararnir fara at leggja øgiligt trýst á dómararnar
Kürşad Erdoğan og İbrahim Özdeniz døma seinna undandystin móti Norðurmakedónia
Mynd: Trtspor  
 
12.05.2024 - 11:12

Tað vera Kürşad Erdoğan og İbrahim Özdeniz, sum døma seinna undandystin móti Norðurmakedónia.

Sambært yvirlitinum hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF, hevur Turkaland tvey altjóða dómarapør, sum eru egnað at døma vaksnamannadystir á hesum stigi.

Eingin ivi er um, at turkiska dómaraparið fer at merkja eitt ógvusligt trýst frá teimum okkurt um 5.000 áskoðarunum, sum vera í Boris Trajkovski høllini í kvøld.

Norðurmakedónska hondbóltssambandið væntar fullsetta høll.

Tað er ikki nógv at finna um royndirnar hjá Kürşad Erdoğan og İbrahim Özdeniz, men talan er um eitt roynt dómarapar, sum hevur dømt á altjóða stigi í meira enn 10 ár.

Bæði endaspøl hjá landsliðum, Champions League og annað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115