Forsætisráðharrin í Slovakia skotin og fluttur á sjúkrahús

Forsætisráðharrin í Slovakia skotin og fluttur á sjúkrahús
Løgreglan hevur handtikið ein mann, sum hildið verður framdi álopið
Robert Fico, forsætisráðharri í Slovakia.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.05.2024 - 14:45

Forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, er skotin og er fluttur á sjúkrahús. 

Tað skriva fleiri altjóða og slovakiskir miðlar.

Ein journalistur á slovakiska blaðnum Dennik skrivar, at hann hoyrdi fleiri skot, og sá trygdarfólk lyfta forsætisráðharran og bera hann inn í ein bil.

Løgreglan hevur handtikið ein mann, sum hildið verður framdi álopið.

 

Trygdarfólk fingu forsætisráðharran inn í ein bil, eftir at hann var skotin og særdur. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Var staddur á bygd

Fico var skotin, meðan hann hitti fólk í bygdini Handlova í Slovakia.

Robert Fico hevur í fleiri umførum verið forsætisráðharri í Slovakia, frá 2006 til 2010, frá 2012 til 2018, og hann fór undir nýtt forsætisráðharraskeið í fjør.

Fico er útbúgvin løgfrøðingur. Hann stovnaði sosialdemokratiska flokkin Smer í 1999, og hann umboðar flokkin í dag.

Í Slovakia stendur forsætisráðharrin á odda fyri stjórnini, har meginparturin av útinnandi valdinum í landinum liggur. 

Forsetin tilnevnir forsætisráðharran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808