Dart: Jan Erik norðurlendskt silvur

Dart: Jan Erik norðurlendskt silvur
Jan Erik Fjallstein vann silvur fyri einstaklingar í kappingini um norðurlendsku meistaraheitini í darti, sum er í Íslandi um vikuskiftið
Jan Erik Fjallstein beint eftir at hann hevði tryggjað sær finaluplássið
Mynd: Dartsamband Føroya  
 
25.05.2024 - 19:03

Jan Erik Fjallstein kastaði seg til silvur fyri einstaklingar í kappingini um norðulendsku meistaraheitini í darti, sum eru í Íslandi um vikuskiftið.

Eftir frálíkt spæl ígjøgnum kappingina, mátti hann taka til takkar við 2. plássið, tá hann tapti 7-1 fyri svianum Johan Engström í finaluni.

Í fjórðingsfinaluni vann føroyingurin, sum kappaðist fyri fyrstu ferð í altjóða kapping, á unga svenska stjørnuskotinum, Viktori Tingstrøm, men hesin hevði trupulleikar at lukka settini, og Jan Erik Fjallstein var eirindaleysur og vann 5-1.

Í hálvfinaluni var royndi sviin, Dennis Nilsson, mótstøðumaður. Dysturin var javnur, men føroyingurin helt fram við stórum effektiviteti, og vann drúgva dystin 6-3 til stóra frøi fyri hinar føroysku spælararnar, sum hugdu at.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050