Nýggj TV 2-heimildarrøð í sjónvarpinum næstu fimm hóskvøldini

Nýggj TV 2-heimildarrøð í sjónvarpinum næstu fimm hóskvøldini
Komandi fimm hóskvøldini vísir Kringvarpið nýggju TV 2-heimildarrøðina "Svarti Svanurin".
Mynd: TV 2  
 
29.05.2024 - 15:03

"Tann villasta heimildarrøðin í fleiri ár". Soleiðis skrivar talgildi miðilin Heartbeats í einum ummæli av nýggju heimildarrøðini hjá TV 2 við navninum "Svarti Svanurin".  

Danskir og norðurlendskir miðlar í hópatali hava skrivað søgur um mongu avdúkingarnar í sendirøðini, sum var frumsýnd týsdagin. Hóast einans tveir partar av fimm eru tøkir, so hava avdúkingarnar longu havt avleiðingar fyri fleiri donsk vinnulívsfólk, sum annaðhvørt eru koyrd ella farin úr starvi sínum. Eitt sokallað "must see", skrivar Heartbeats í ummælinum

Amira Smajic er bulurin í sendingini. Amira er juristur og hevur arbeitt fyri størstu rokkarabandarnar í Danmark. Nú kvettir hon við sítt gamla umhvørvi, og saman við nøkrum tíðindafólkum arbeiðir hon sum moldvørpa fyri TV2. Av eini skrivstovu við duldum upptøkutólum avdúkar hon nú bæði rokkarar, advokatar og stórar vinnurekandi. 

Ein brellbiti sæst her: 

 

Í sjónvarpinum næstu fimm hóskvøldini

Kringvarpið hevur fingið rættindi at vísa sendirøðina, og fyrsti partur verður í sjónvarpinum hóskvøldið, 30 mai kl. 20. “Svarti Svanurin” verður endursend sunnukvøldið kl. 21.15.

Eftir fyrsta partin vísir sjónvarpið sendingina “Skuggasíðan”, har royndu krimireportararnir Carsten Norton og Janni Pedersen frá krimisendingini hjá TV 2, "Skyggesiden", geva hyggjarunum greiðari fatan av avdúkingunum í dokumentarsendingini. Tað er hóskvøldið 30. mai kl. 20.50. 

Kringvarpið hevur ikki rættindi at leggja sendirøðina á KVF Sjón, men sendingin er tøk á TV 2 Play fyri rindandi limir.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039