Halla Tómasdóttir forseti í Íslandi

Halla Tómasdóttir forseti í Íslandi
Halla Tómasdóttir verður nýggjur forseti í íslandi. Tað gjørdist greitt, tá úrslitini frá forsetavalinum komu inn í nátt
Halla Tómasdóttir, forseti í Íslandi.
Mynd: Halldor Kolbeins/AFP/Ritzau Scanpix  
 
02.06.2024 - 10:31

Hóast nøkur fá valstøð ikki eru komin inn enn, hevur Halla Tómasdóttir fingið 34,6 prosent av atkvøðununum, meðan fyrrverandi forsætisráðharrin, Katrin Jakobsdóttir, higartil hevur fingið 25 prosent av atkvøðunum.

Tað er væl størri munur á, enn fleiri av veljarakanningunum høvdu givið ábendingar um undan valinum. Í nøkrum teirra stóð at kalla á jøvnum millum Hallu Tómasdóttir og Katrina Jakobsdóttir.

Katrin Jakobsdóttir legði herfyri frá sær sum forsætisráðharri fyri at vera forsetavalevni, men tíðliga í nátt viðurkendi hon val-ósigurin og ynskti Hallu Tómasdóttir tillukku við sigrinum, og segði við almenna íslendska miðilin, RUV, at hon ikki fór at stilla upp aftur sum forseti Íslands eina aðru ferð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162