Umboðsmaðurin: Starvsfólk úttala seg egna vegna

Umboðsmaðurin: Starvsfólk úttala seg egna vegna
Tá talan er um avgerðir, sum leiðslan hevur tikið, er tað leiðslan á stovninum, sum úttalar seg stovnsins vegna, sigur Sólja í Ólavsstovu
Sólja í Ólavsstovu, umboðsmaður, hevur viðgjørt eina kæru í kjalarvørrinum av sparingunum í Almannaverkinum í summar
 
08.10.2013 - 19:00

Starvsfólk hjá tí almenna hava rætt til at úttala seg egna vegna um viðurskifti á stovninum, har tey arbeiða, men tá talan er avgerðir, sum leiðslan hevur tikið, er tað leiðslan, sum úttalar stovnsins vegna.

Tað sigur Umboðsmaðurin í niðurstøðu síni um viðurskiftini kring sparingarnar á ellis- og røktarheimsøkinum tíðliga í summar.

Munnkurv

Umboðsmaðurin fekk eina kæru, tá tað kom fram, at Almannaverkið skuldi havt givið sínum starvsfólki munnkurv, og haraftrat gjørdi Umboðsmaðurin av at taka málið upp av egnum ávum.

Í niðurstøðu síni vísir Umboðsmaðurin á grundlógartryggjaða rættin hjá fólki at siga hína hugsan - eisini um viðurskifti á teirra egna arbeiðsplássi, tað hevði heilsuhjálparin á Eysturoyar ellis- og røktarheimi rætt til, og tað hevur onga avleiðingar havt fyri hetta starvsfólkið, sigur Umboðsmaðurin.

Áminning

Útsagnirnar frá heilsuhjálparanum fekk Almannaverkið at senda út eina áminning til sínar stovnsleiðarar um, at tað bert er stjórin, sum úttalar seg vegna stovnin. Áminningin hevði við sær, at eingi starvsfólk á Tjarnargarði vildu úttala seg til Dag og Viku, tí tey høvdu fingið munnkurv.

Umboðsmaðurin ger greitt, at munur er á, hvussu tú úttalar teg, um tað er egna - ella stovnsins vegna, og tað sigur Almannastovan seg eisini skilja og at hava skilt ímillum.

Men Umboðsmaðurin heldur tað vera ein spurningur, um kunningarskrivið hjá Almannastovuni kundi skiljast á tann hátt, at boð vórðu givin um, at starvsfólk innan eldraøkið IKKI høvdu rætt at úttala seg um ætlaðu sparingarnar EGNA vegna.

Kann misskiljast

- Eg sigi ikki starvsfólkini ring fyri at misskilja kunningina um fjølmiðlapolitikkin, sigur Umboðsmaðurin. Hetta grundi eg á, at Almannaverkið, fáar dagar eftir at m.a. heilsuhjálparin úttalaði seg egna vegna um avleiðingarnar av ætlaðu sparingunum, heitti á allar leiðarar um at kunna starvsfólkini um fjølmiðlapolitikkin, uttan samstundis at gera greitt, at starvsfólk hava rætt at útala seg egna vegna, sigur Umboðsmaðurin.

- Eg havi tó einki grundarlag fyri at siga, at endamálið við kunningini um fjølmiðlapolitikkin var at avmarka talufrælsið hjá starvsfólkunum, og eg haldi ikki, at skrivið kann lesast sum eini boð um, at starvsfólk ikki mugu úttala seg egna vegna, sigur Sólja í Ólavsstovu, umboðsmaður.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846