Hunter Biden funnin sekur í øllum ákærum

Hunter Biden funnin sekur í øllum ákærum
Joe Biden, forseti, hevur sagt, at hann fer ikki at geva soninum grið, tí øll skulu bøta fyri egnar gerðir
Hunter Biden og kona hansara, Melissa Cohen Biden, uttan fyri rættarhølið í Wilmington í statinum Delaware.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.06.2024 - 08:46

Hunter Biden, sonur amerikanska forsetan Joe Biden, er funnin sekur í at eiga ólóglig vápn, fyri at keypa ólóglig vápn, at hava rúsevni og fyri at lúgva um nýtslu av hørðum rúsevnum, tá hann keypti ein revolvara.

Tað var eitt samt nevningating, sum í gjár dømdi Hunter Biden sekan í øllum ákærum. Hann noktar seg sekan.

Tað eru løgfrøðiligu dómararnir í málinum, sum skulu avgera, hvørja revsing Hunter Biden skal hava. Tílík mál geva vanliga ein dóm millum 15 og 21 mánaðir, skrivar danska kringvarpið. 

 

Fær ikki grið

Joe Biden hevur sagt, at hann ikki fer at nýta sítt vald at geva sonum grið, tí øll, sama hvørji tey eru, skulu bøta fyri egnar gerðir. 

Joe Biden verður fyrsti sitandi amerikanski forseti, sum eigur eitt barn, ið er dømt fyri at bróta lógina. 

Í einum øðrum máli, sum er í statinum Kalifornia, er Hunter Biden harumframt ákærdur fyri ymiskt brot á skattalóggávuna. 

Í næstsíðstu viku var fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump dømdur sekur í 34 ákærum í sonevnda hússj-málinum. 

Hildið verður, at hesi málini fara at verða nógv umrødd í valstríðnum upp undir forsetavalið, sum verður 5. november.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809