Elframleiðslan 60 prosent grøn - SEV spart 700 tons av olju

Elframleiðslan 60 prosent grøn - SEV spart 700 tons av olju
Serliga vindorkan royndist betur fyrstu fimm mánaðirnar í ár, enn somu tíð í fjør
Vindorkan royndist væl fyrstu fimm mánaðirnar í ár. (Savnsmynd)
 
14.06.2024 - 08:01

Fyrstu fimm mánaðirnir í ár var elframleiðslan 60 prosent grøn.

Somu tíð í fjør var hon 56 prosent, sigur SEV.

Serliga vindorkan royndist betur í ár. Sólorkuframleiðslan í mai svaraði til nýtsluna hjá 65 húsarhaldum.

Eftirspurningurin eftir streymi vaks 5,14 prosent.

Men hann minkaði tó í mai. Hann minkaði 1,2 prosent fyri alt landið og 15 prosent í Suðuroynni.

Helst er verkfallið orsøkin, sigur Heri Mortensen, deildarleiðari hjá SEV.

SEV hevur spart 700 tons av olju higartil í ár, tí grøna orkan er so stór.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715