Steve Bannon skal í fongsul fyri at vanvirða kongressina

Steve Bannon skal í fongsul fyri at vanvirða kongressina
Ein kærunevnd hevur víst aftur, at Bannon kann ganga leysur, meðan roynt verður at fáa dómin broyttan
Steve Bannon skal inn at sita dómin, sum hann hevur fingið fyri at vanvirða kongressina.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.06.2024 - 09:43

Steve Bannon, sum leingi hevur verið ein av tættastu sameindu hjá Donaldi Trump, fekk í gjár ikki viðhald í umsókn síni um at bíða við dóminum, sum hann hevur fingið fyri at vanvirða kongressina.

Ein kærunevnd vísti umsóknini hjá Bannon aftur, og hann skal sostatt inn at sita dómin 1. juli. 

Hann var dømdur fýra mánaða fongsul fyri at vanvirða Kongressina, tá ið hann sýtti fyri at møta til hoyring, í sambandi við álopið á kongressina í januar 2021.

Sakførarar hansara heittu á kærunevndina um at lata Bannon ganga leysan, meðan roynt verður at fáa dómin broyttan. 

Um neyðugt, ætlar Bannon at skjóta dómin inn fyri Hægstarætt.

Dómurin fevnir eisini um, at Bannon sýtti fyri at leggja fram skjøl í sambandi við, at hann var uppi í royndini hjá Trump at broyta valúrslitið, eftir at Joe Biden vann forsetavalið í november 2020. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786