Familjudepilin: Neyðugt er at hugsa nýtt

Familjudepilin: Neyðugt er at hugsa nýtt
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, ásannar, at skipanin við Familjudeplinum ikki hevur riggað nóg væl
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.07.2024 - 13:56

- Vit skulu hava eitt smidligari og meira virðiligt tilboð til tær familjurnar, sum hava tað allartruplast og har foreldrunum tørvar hjálp til at vera foreldur.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

Í fleiri ár hevur ikki borið til at vísa familjum til familjudepilin hjá Almannaverkinum, og sambært Barnaverndarstovuni er tað ein trupulleiki fyri føroyska barnaverndararbeiðið.

Í ársfrágreiðing sínari fyri 2023 staðfestir Barnaverndarstovan, manglandi familjudepilin nú á triðja ári hevur merkt virksemið hjá Barnaverndarstovuni

Djóni Nolsøe Joensen ásannar, at skipanin hevur ikki riggað nóg væl higartil. Hann heldur, at tilboðið skal vera bæði á einum stovni og í heimligum umhvørvi hjá familjunum.

Landsstýrismaðurin hevði í vikuni fund við Kommunufelagið og Barnaverndarstovuna um Familjudepilin hjá Almannaverkinum.

 

Hoyrið tíðindainnslag við Djóna Nolsøe Joensen her:

Djoni_um_familjudepil_innslag_Elin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776