Vinstravongurin vann valið í Fraklandi

Vinstravongurin vann valið í Fraklandi
Eingin flokkur hevur fingið avgjørdan meiriluta, og tí verður neyðugt at samráðast um politiska samgongu
Gabriel Attal, forsætisráðharri, boðaði í gjárkvøldið frá, at hann leggur frá sær um forsætisráðharri.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.07.2024 - 08:08

Franska tjóðartingsvalið endaði ikki heilt sum væntað.

Veljarakanningarnar og fyrsta valumfar spáddu til høgraflokkarnar, men tað eru vinstraflokkarnir, sum í dag, dagin eftir valið, standa eftir við størsta sigrinum.

Enn er kortini óvist, hvat valúrslitið hevur at siga. 

Tó er heilt vist, at ongin flokkur hevur fingið avgjørdan meiriluta í tjóðartinginum. Tað vil siga minst 289 av teimum 577 sessunum í tinginum.

Tað hevur við sær, at samráðast má um politiska samgongu.

 

Jean-Luc Melenchon er leiðari í fylkingini á vinstraveingi, sum fekk flestar atkvøður. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

Tjoðskaparligi savningarflokkurin hjá Marine Le Pen á høgraveingi fekk ikki ta undirtøkuna, sum spátt var undan seinna valumfari í gjár. (Mynd: Reuters/Ritza Scanpix)

 

Forsætisráðharrin leggur frá sær

Hendan gongdin byrjar við, at Emanuel Macron, forseti, vísir á ein nýggjan forsætisráðharra, sum fær ábyrgdina av at standa á odda fyri  samgongusamráðingunum.

Í Fraklandi er siðvenja, at forsætisráðharrin leggur frá sær eftir eitt val, hóast hetta ikki er eitt krav.

Og Gabriel Attal segði í røðu í gjárkvøldið, at hann í dag fer at biðja Emanuel Macron um loysa seg úr forsætisráðharrasessinum.

Síðani hevur hann tó eisini sagt, at hann veit, at valúrslitið hevur elvt til, at nógv eru farin at stúra um framtíðina í Fraklandi. 

- Land okkara er í eini heilt óvanligari støðu, samstundis sum vit um nakrar fáar vikur skulu bjóða heiminum vælkomnum til olympisku leikirnar. Tí sigi eg ikki forsætisráðharrasessin frá mær, so leingi sum tað er neyðugt, sigur Atal sambært The Guardian.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650