Snýta við kappingum á Facebook

Snýta við kappingum á Facebook
Fleiri fólk hava fingið boð um, at tey hava vunnið í følskum kappingum á Facebook
Mynd: Savnsmynd  
 
20.07.2024 - 12:45

Tað er vorðið alt meira vanligt við kappingum á Facebook, har fólk antin kunnu vinna pengar, gávukort ella onkra vøru.

Men nú royna KT-brotsmenn at lokka pengar úr fólki og skipa fyri følskum kappingum og lata sum um at talan er um eina veruliga kapping. Hetta hevur í seinastuni millum annað rakt handlar, sum selja føroysk klæði og silvur til klæðini. 

Fyritøkan silvur.fo, sum millum annað selir silvur til føroysk klæðir hevur skipað fyri eini kapping at vinna eitt gávukort. Hesa kapping hava brotsmenninir eftirapað og boðað fólki frá at tey hava vunnið og biða um eitt kontonummar innanfyri ein. Men hetta er ikki so.

Og Marjun Heima, sum selir føroysk klæðir, er eisini rakt av hesum, uttan at tey tó hava skipað fyri nakrari kapping. 

 

Hoyrið samrøðu við Majbritt Jacobsen, stjóra og eigara í Marjun Heimá her:

Maibritt_200724

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858