Beinleiðis samskifti um trygd millum USA og Føroyar

Beinleiðis samskifti um trygd millum USA og Føroyar
Trygdarpolitiskt og búskaparligt haldføri í norðurhøvum skal tryggjast
Carlos Del Toro, amerikanskur ráðharri, viðurkennir, at Føroyar hava brúk fyri fiskiveiðusáttmála við Russland.
 
16.08.2024 - 05:59

Trygdarpolitiskt og búskaparligt haldføri í norðurhøvum skal tryggjast.

Báðir partar eru samdir um, at Føroyar eiga ein týdningarmiklan lut.

Beinleiðis samskifti millum føroyskar og amerikanskar myndugleikar skal raðfestast. 

Tað var á skránni á fundinum í gjár millum amerikanska herflotamálaráðharran, Carlos Del Toro, og Høgna Hoydal, landsstýrismann.

Teir tosaðu eisini um ætlaðu føroysku sendistovuna í Washington og møguligt samstarv millum Føroyar og USA um nettrygd.

 

Føroyar serlig áhugamál

Carlos Del Toro takkaði fyri gott samstarv og dygdargóðar tænastuveitingar, millum annað í sambandi við kavbátavitjanir í Føroyum.

Herflotamálaráðharrin viðurkendi, at á fiskiveiðuøkinum hava Føroyar serlig áhugamál at røkja. 

Tí takkaði hann fyri tiltøkini, sum Føroyar hava sett í verk móti Russlandi. 

Eisini takkaði hann fyri stuðulin, Føroyar hava veitt Ukraina.

Fundurin í gjár var talgildur, tí Carlos Del Toro slapp ikki til Føroya mikudagin fyri veður.

Carlos Del Toro vónar at kunna koma til Føroya seinni.

 

Høgni Hoydal greiðir soleiðis frá fundinum:

 

Hogni_Hoyda_og_Del_Toro

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429