Alex tvífaldur føroyameistari

Alex tvífaldur føroyameistari
Alex Johannesen vann sunnudagin FM-kappingina í Nordisk Trap og legði føroyameistaraheitið afturat tí, sum hann vann í Automatic Ball Trap fyrr í summar
Alex Johannesen, her á Oyggjaleikunum á Gibraltar, er tvífaldur FM-vinnari í trap-skjóting
 
08.09.2024 - 18:18

Alex Johannesen skeyt best og tryggjaði sær føroyameistaraheitið í Nordisk Trap á skjótibreytini úti í Vík í Leirvík sunnudagin. 

Fyrr í summar vann skjúttin úr Eysturskoti FM-heitið í Automatic Ball Trap.

Alex Johannesen vann kappingina við 117 leirdúgvum av 125. Beiggin, Carsten Joensen, endaði á 2. plássi við 110 dúgvum, og Kristian Johannesen fekk bronsuna eftir umskjóting ímóti Eiriki Elisson, skrivar Skjótisamband Føroya.

Unglingakappingina vann Eiler Ludvig Jacobsen við 85 dúgvum. Marius Gaardlykke og Harry Mikkelsen vóru javnir á 2. plássi. Marius Gaardlykke vann umskjótingina og silvurið, meðan Harry Mikkelsen endaði á 3. plássi.

Hetta er fyrstu ferð, at tað varð kappast um FM í Nordisk Trap í Føroyum, og allir skjúttarnir vóru úr Eysturskoti. 

Tær fýra FM kappingarnar, ið Skjótisambandið hevur skipað í ár, eru nú avgreiddar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954