Á Breddanum: Floksskifti í Tórshavnar býráð og umboðsráðsval í Betri

Á Breddanum: Floksskifti í Tórshavnar býráð og umboðsráðsval í Betri
Eitt valevni til umboðsráðið gongur ímóti streyminum og vil taka umboðsráðið av
Kári Johansen er farin úr Javnaðarflokkinum upp í Framsókn.
 
10.09.2024 - 09:06

Floksskifti í Tórshavnar býráð hevur vakt ans. 

Kári Johansen er farin úr Javnaðarflokkinum, og hann stillar upp fyri Framsókn á næsta býráðsvali. 

- Borgarstjórin hevur arbeitt ímóti mær, sigur Kári Johansen millum annað.

Vit tosa við Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn, og Heðin Mortensen, borgarstjóra, og politiskur viðmerkjari verður í útvarpsstovuni. 

 

Umboðsráðsval

Val er aftur til umboðsráðið hjá Betri-samtakinum.

Sum vant eru valevni á sosialum miðlum við áheitanum um at atkvøða fyri sær.

Eitt valevni gongur tó ímóti streyminum. Kim Hansen stillar upp við tí endamáli at taka umboðsráðið av.

Vit tosa við tvey av valevnunum til umboðsráðið í sendingini.

Breddin í útvarpinum og á kvf.fo. klokkan 10.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717