Kunoyingar vilja hava betri busssamband og betri umstøður til bátar

bannari
Kunoyingar vilja hava betri busssamband og betri umstøður til bátar
Ein borgari heldur, at virksemið hjá Bakkafrosti fyllir ov nógv í figgjarætlanini hjá kommununi
Brúgvin um Haraldssund. Kunoyingar vilja hava betri busssamband.
 
12.09.2024 - 10:46

Betri busssamband og ferðasamband, og betri umstøður til bátar, er nakað av tí, sum borgarar í Kunoyar kommunu vilja hava kommununa at raðfesta hægri.

Tað vísir stóra spurnakanningin hjá Kringvarpinum í sambandi við kommunuvalið.

 

Brandur Klettskarð býr í Haraldssundi.

 

Poul Jacob Poulsen er borgarstjóri í Kunoyar kommunu. 

 

Í kanningini svara 68 prosent av kunoyingum, at tey halda, at busssambandið átti at verið raðfest meiri.

Ein borgari, sum er ónøgdur við raðfestingarnar, er Brandur Klettskarð í Kongsstovu.

Hann vísir á virksemið hjá Bakkafrosti, sum hann heldur fyllir ov nógv í fíggjarætlanini hjá kommununi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

12092024_Kunoy
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037