Vilja hava myndir og upptøkur av fuglum

Vilja hava myndir og upptøkur av fuglum
Upptøkur til fleiri partar av sendingini "Sært tú fuglin" byrja í næstu viku. Skrokkurin í sendingini verður tann sami, tó verður okkurt nýtt at hóma.
 
13.09.2024 - 12:15

Í vár gjørdu teir báðir Tróndur Olsen og Silas Olofson tríggjar partar av sendingini "Sært tú fuglin". Sendingarnar hava verið so mikið væl umtóktar, at teir nú fara undir at taka upp tveir nýggjar partar.

Skrokkurin í sendingini verður tann sami, tó okkurt nýtt verður roynt. Hesa ferð kunnu hyggjarar longu nú senda inn tilfar, sum skal verða partur av sendingini. Tí eftirlýsa Tróndur og Silas myndir og upptøkur av fugli frá hyggjarum. Eisini ber til at senda ein spurning, sum Silas so roynir at svara upp á í sendingini.

Hesa ferð kunnu vit eisini vænta at síggja sjáldsamar fuglar, sum vitja okkum um heystið. Hvar teir fara, vilja teir ikki avdúka enn, hóast teir fara at royna nýggjar leiðir í Føroyum. Í fyrru sendingunum vitjaðu teir í Suðuroy, á Sandoynni og á Svínoynni.

Hevur tú okkurt áhugavert tilfar um fuglar ella ein spurning, so ber til at senda ein teldupost til saerttufuglin@kvf.fo.

Tróndur og Silas vitjaðu morgunsendingina. Samrøðan kann hoyrast her:

1695974

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816