Nú eru fleiri elbilar enn bensinbilar í Noregi

Nú eru fleiri elbilar enn bensinbilar í Noregi
Flestu bilarnir í Noregi eru dieselriknir, men við hetta lag vera elbilar á odda longu í 2026, vænta vegmyndugleikarnir
Nú koyra 754.300 elbilar á norsku vegunum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
17.09.2024 - 14:50

Í Noregi koyra nú fleiri elbilar enn bensinbilar.

Tað boða norsku vegmyndugleikarnir frá, sambært DR.

Talið á elbilum er nú komið upp á 754.303, meðan bensinbilarnir eru 753.905 í tali.

Og hetta eru søgulig tøl, sigur Øyvind Solberg Thorsen, stjóri í upplýsingaráðnum hjá norska vegmyndugleikanum.

 

Eitt vegamót

- Hetta er eitt vegamót, sum ongin hevði væntað fór at henda fyri tíggju árum síðan, sigur hann.

Hóast elbilarnir nú eru fleiri enn bensinbilarnir, so eru dieselbilar framvegis á fyrsta plássi, tí fleiri enn ein millión dieselbilar koyra á norsku vegunum. 

Men sum gongdin er, verða væntandi fleiri elbilar enn dieselbilar longu í 2026, sigur Øyvind Solberg Thorsen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770